Sea Shepherd: Drápið í Leynum var ikki væl skipað

Sea Shepherd: Drápið í Leynum var ikki væl skipað
Í minsta lagi 30 hvalir høvdu óbornar hvølpar, sigur felagsskapurin
Grindadrápið í Leynum í farnu viku er ikki farið aftur við borðinum hjá Sea Shepherd.
 
16.06.2025 - 08:54

Grindadrápið í Leynum í farnu viku er ikki farið aftur við borðinum hjá Sea Shepherd.

Felagsskapurin viðger drápið við myndum og teksti á heimasíðu sínari.

Í minsta lagi 30 hvalir høvdu óbornar hvølpar, sigur Sea Shepherd.

Hvølparnir vóru koyrdir í ruskbingjur, sigur felagsskapurin.

 

Ikki væl skipað

Drápið var ikki so væl skipað, sum føroysku myndugleikarnir vildu vera við, sigur Sea Shepherd eisini.

Og tað vardi longur, í minst lagi hálvan tíma. 

Sea Shepherd heitir á føroyingar um at mótmæla grindadrápi.  

Sea Shepherd vil eisini hava fólk í øðrum londum at leggja trýst á landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388