Sendimaðurin í Ísrael: Náttin hevur verið ófriðarlig

Sendimaðurin í Ísrael: Náttin hevur verið ófriðarlig
Loftálopini millum Iran og Ísrael halda fram. Tað merkist í og rundan um Tel Aviv, har føroyski sendimaðurin, Petur Petersen, heldur til
Mynd: Savn  
 
14.06.2025 - 12:52

Loftálopini millum Iran og Ísrael halda fram. Sambært almennu iransku sjónvarpsrásin eru ísraelskar dronur skotnar niður í útnyrðingspartinum av landinum, eftir at Iran hevur lopið á øki í og rundan um Tel Aviv.

Náttin hevur verið serstøk. Tvær ferðir í gjárkvøldið og tvær ferðir í nátt hevur sendimaðurin fingið boð um at fara í bumbuskýlið.

Petur Petersen kennir seg tryggan, hóast ófriðarligu náttina.

Eftir tí, sum sendimaðurin hevur fingið upplýst, hava iransku álopini kravt trý mannalív og okkurt um 70 fólk hava fingið løstir.

Hoyr samrøðuna við Petur Petersen, sendimann, í útvarpstíðindunum á døgurða

1748816

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762