- Hetta kann enda við stórkríggi millum Ísrael og Iran

- Hetta kann enda við stórkríggi millum Ísrael og Iran
Tað sigur Petur Petersen, sendimaður Føroya í Ísrael, um ógvusligu álopini hjá Ísrael á Iran.
 
13.06.2025 - 20:14

Tað var eitt sera álvarsamt álop, sum Ísrael gjørdi á Iran í nátt og í morgun, tá ið teir søktu at hundrað støðum í Iran við 320 bumbum og rakettum.
Tað sigur Petur Petersen, sendimaður Føroya í Tel Aviv.

Álopið hevur verið fyrireikað í fleiri ár, og nú metti ísraelska stjórnin, at Iran er komið so langt við at ríka uran, at tað skuldi ikki so nógv til avtrat, áðrenn Iran kundi hava kjarnorkubumbur.

Stóri spurningurin er nú, hvørjar avleiðingar álopini fara at fáa, og tær kunnu gerast stórar, heldur Petur Petersen:

- Hetta var eitt stórt slag í andlitið á iransku leiðsluna, og tí er stórur vandi fyri eskalering, ið kann enda við stórkríggi millum Ísrael og Iran, heldur hann.

Ayatollah Khamenei, andaligi leiðarin í Iran, hevur víst á, at Ísrael fer at fáa eina harða revsing. Tí verður mett, at USA og onnur lond í miðeystri mugu royna at steðga stríðnum, so USA og Iran kunnu seta seg aftur til samráðingarborðið og fáa ein avtalu um kjarnorkuvirksemið, sum Iran ætlar at økja, sigur Petur Petersen.

1748732

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074