Ófriðurin breiðir seg

Ófriðurin breiðir seg
Ófriðurin í USA hevur nú breitt seg til San Fransisco, og donsku myndugleikarnir ávara danir um at fara til Kalifornia
Løgreglan og mótmælisfólk bresta saman í Los Angeles
Mynd: REUTERS/David Ryder  
 
09.06.2025 - 09:53

Støðan í amerikanska býnum Los Angeles bara vernsar, og nú skriva altjóða miðlar, at ófriður nú eisini er um at taka seg upp í San Fransisco. Har endaðu mótmælisgomgur við ófriði og samanbrestum millum løgreglu og mótstøðufólk og minst 60 fólk er handtikin.

Serliga ófriðarligt hevur tað verið í býarpartinum Paramount í Los Angeles, har 82 av íbúgvunum eru av sponskum uppruna.

Donald Trump, forseti, hevur givið boð um, at 2.000 hermenn frá tjóðarhirðuni skuldu setast inn í stríðið at niðurberja mótmælisfólkini, hóast guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, og mælt frá. Og hann fær undirtøku frá fleiri borgarstjórum, millum annað honum í býnum Glendale, sum hevur uppsagt eina avtalu at taka ímóti fangum, sum stjórnin metir vera ólógligarar tilflytarar. Donald Trump verðu rlagdur undir við vilja at øsa mótmælisfólkini, og brúk er ikki fyri teimum 2.000 hermonnunum, tí 17.000 løgreglufólk longu eru til staðar.

Ófriðurin í Kalifornia fær nú danska uttanríkisráðið til at ávara danir, sum hava ætlanir um at fara til Los Angeles.

Tað skrivaði danska uttanríkisráðið á heimasíðu síni seint seinnapartin Hvítusunnudag.

Har stendur at lesa, at tað eru mótmælisgongur og ófriður fleiri staðni í Los Angeles, og danskir ríkisborgarar vera bidnir um at halda seg burtur frá hesum.

Fólk vera biðin um at hava pass og skjalprógv fyri at tey hava loyvi til at vera í USA uppi á sær, í fall at tey av óvart enda í slíkum støðum.

Uttanríkisráðið biður fólk fylgja væl við í, hvussu støðan í býnum er og leggur teimum eina við at fylgja boðum frá myndugleikunum. Kemur mann í trupulleikar ber til at ringja til vakttænastuna hjá danska uttanríkisráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365