Arbeiðið má gerast um summarið

Arbeiðið má gerast um summarið
Arbeiðið seta nýggja rampu í ferjuleguna á Syðradali fer at taka einar átta vikur.
Arbeiðið upp á ferjuleguna á Syðradali hevur við sær, at bíleggingarskipanin verður strikað fyribils.
 
04.06.2025 - 14:56

- Arbeiðið má gerast um summarið. Tað kann ikki gerast um veturin.

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, nú nýggj og størri rampa verður sett í ferjuleguna á Syðradali í Kalsoynni.

Funnist hevur verið at Strandferðsluni, at arbeiðið verður gjørt nú, háárstíðin hjá ferðavinnuni er. 

Arbeiðið byrjar 10. juni, og verður mett at taka átta vikur.

 

Niels Juel Arge. 

 

Funnist hevur verið at Strandferðsluni, at arbeiðið verður gjørt nú, háárstíðin hjá ferðavinnuni er. 

Í sambandi við arbeiðið ber ikki til at bíleggja pláss til bilar við ferjuni á kalsoyarleiðini frá týsdagin og næstu tveir mánaðirnar.

Hoyr samrøðu við Niels Juel Arge í útvarpstíðindunum:

 

04062025_Rampa

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074