Fótbóltskvinnurnar: Væl fyri eftir drúgva ferð

Fótbóltskvinnurnar: Væl fyri eftir drúgva ferð
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum væntar sær ein javnan dyst ímóti Moldova á Zimbru Stadion í Chisinau í 5. umfari í Nations League. KvF stroymir dystin kl. 18.00
Landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, til venjing saman við føroysku spælarunum í Chisinau í Moldova
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
30.05.2025 - 11:19

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum væntar sær ein javnan dyst, tá tær vitja Moldova í Chisinau í næstseinasta umfari av Nations League í kvøld.

 - Vit hava fyrireikað okkum upp á eitt sindur av hvørjum, men vit vænta ein javnan dyst. Tað sigur landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, millum annað í samrøðu við FSF Varpið.

Føroyski hópurin kom til moldoviska høvuðsstaðin Chisinau seinnapartin týsdagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni.

Allar væl fyri, hóast ferðin var drúgv, og ætlanin er at endurtaka sigurin frá apríl, tá Føroyar vunnu 2-0 á moldavum á Tórsvølli. Ta ferðina skutu Durita Hummeland og Heidi Sevdal føroysku málini.

 

Næstfremstar í bólkinum

Tað hevur gingið væl hjá føroysku kvinnunum í Nations League í ár. Eftir greitt tap í fyrsta dystinum fyri Slovakia á útivølli hava Føroyar vunnið tríggjar dystir á rað.

Føroyar eru tí næstfremstar við níggju stigum aftanfyri Slovakia, sum hevur 12 stig. Moldova hevur trý stig, og Gibraltar, sum er við fyri fyrstu ferð, hevur einki stig fingið enn.

Dysturin millum Moldova og Føroyar verður stroymdur á kvf.fo. Veljið “sjón” og síðani KVF 2.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938