Fótbóltskvinnurnar: Tryggjaðu sær 2. plássið

Fótbóltskvinnurnar: Tryggjaðu sær 2. plássið
Við javnleiki á útivølli ímóti Moldova tryggjaðu bestu føroysku fótbóltskvinnurnar sær 2. plássið í sínum Nations League-bólki undan síðsta dystinum týsdagin
 
30.05.2025 - 20:52

Ásla Johannesen skeyt føroyska málið, tá fótbóltslandsliðið spældi 1-1 á útivølli ímóti Moldova og tryggjaði sær 2. plássið í sínum bólki.

23 minuttir vóru spældir, tá føroyski liðskiparin legði Føroyar á odda, men Iuliana Colnic javnaði átta minuttir fyri steðgin.

Einki mál kom afturat, og framherjin Heidi Sevdal mátti málleys av vølli í dysti nummar 95 fyri A-landsliðið. Hon hevur nú spælt flestar A-fótbóltslandsdystir fyri Føroyar saman við Fróða Benjaminsen.

Føroyar hava 10 stig, nú bert ein dystur er eftir at spæla í Nations League. Tann dysturin verður á Tórsvølli týsdagin, tá oddaliðið Slovakia, sum hevur fult stigatal við 15, vitjar.

Moldova hevur 4 stig á 3. plássi, meðan Gibraltar einki stig hevur fingið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590