Stórt russiskt álop á Ukraina

Stórt russiskt álop á Ukraina
Russland hevur nátt framt eitt tað ógvusligasta loftálopið á Ukraina í langa tíð
Ukrainski høvuðsstaðurin Kiyev upplivdi í nátt eitt tað størsta álopið síðani kríggið byrjaði
Mynd: Gleb Garanich/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.05.2025 - 09:38

Ukrainska loftverjan skrivar á Telegram, at tað talan var um eitt samansett álop við 367 ymiskum vápnum, harímillum ymisk sløg av missilum og 298 dronur.

Tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta niður 45 missil og 298 dronur.

Álopini vóru á fleiri býir ymsastaðni í Ukraina.

Í høvuðsstaðnum, Kyiv, vita tey fyribils um, at fýra eru dripin og 16 særd, harímillum trý børn. Harumframt verður sagt frá, at fýra fólk eru deyð í Khmelnytskyj økinum har vesturi í Ukraina. Í Zjytomyr økinum í útnyrðingsøkinum av Ukraina lótu trý børn í aldrinum 8, 12 og 17 ár lív í álopunum, siga ukrainskir myndugleikar.

Ukrainski forsetin, Volodimyr Zelenskyy, skrivar á X, at bjargingarfólk hava arbeitt í fleiri enn 30 býum og bygdum í sambandi við álopini, og hann sigur, at í Kyiv raktu álopini sovisalar á søgudeildini hjá universitetinum.

Russland hevur enn ikki viðmerkt álopini, sum henda samstundis, sum Ukraina og Russland eru vorðin samd um at býta fangar ímillum sín.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074