Hitamet sett í Íslandi

Hitamet sett í Íslandi
Liggjandi góðveðrið, sum vit høvdu alla hesa vikuna og í farnu viku við, merktist eisini í Íslandi
Hitabylgja hevur verið í Íslandi seinastu vikuna
 
24.05.2025 - 15:31

Farnu vikuna hevur hitabylgja verið í Íslandi, og tíggju dagar á rað, frá 13. til 22. mai, fór hitin upp um 20 stig onkra staðni í Íslandi.

Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Mesti hitin varð máldur á flogvøllinum á Egilsstøðum. Har vísti hitamátarin 26,6 stig, sum er tað heitasta, ið er skrásett í Íslandi í mai mánaði.

Íslendska veðurstovan sigur, at hitabylgjan í Íslandi hevur samband við, at heit luft var yvir Føroyum í so nógvar dagar, at hon eisini náddi at koma til Íslands, og eisini hevði heita luft við sær sunnaneftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619