Støðið er munandi hægri, sigur Ella Nysted, ið gongur á altjóða skúla

Støðið er munandi hægri, sigur Ella Nysted, ið gongur á altjóða skúla
Hetta krevur sjálvdisiplin, samstundis sum tú fakliga og persónliga fært munandi meiri burturúr, enn um tú hevði gingið á einum føroyskum miðnámsskúla
 
22.05.2025 - 11:57

United World Collage - stytt UWC, hevur 18 skúlar kring knøttin, har av ein teirra er í Noreg. Talan er um UWC Red Cross Nordic, ið varð stovnaður í 1995.
Á skúlanum ganga 205 næmingar, ið eru millum 16 og 20 ár, og teir eru úr 40 londum - og málið, ið tosað og undirvíst verður í á skúlanum, er enskt.

Ein av næmingunum er Ella Nysted úr Sørvági, ið sigur okkum hví hon valdi ein altjóða miðnámsskúla heldur enn ein føroyskan. Hon sigur okkum eisini, at støðið á hesum skúlanum, samanborið við ein føroyskan miðnámsskúla, er munandi hægri, og at ein skúli sum hesin eisini krevur stóra sjálvdisiplin.

Hetta er stuttligt og spennandi, sigur Ella, sum tó vísur á, at hon - tá hon kom á skúlan á fyrsta sinni, var bangin fyri at siga okkurt skeivt. Men tað vóru allir hinir næmingarnir eisini.

Ella Nysted sigur, at hetta hevur eisini broytt hennara heimsfatan, soleiðis at hon í dag hevur størri forstáilsi og virðing fyri øðrum mentanum.

Ella Nysted fær húgvuna á høvdið seinast í hesari vikuni.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Ellu Nysted her!
 

1744643

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891