Danska stjórnin ætlar at kanna møguleikan fyri kjarnorku

Danska stjórnin ætlar at kanna møguleikan fyri kjarnorku
Kjarnorka hevur verið bannað í Danmark í 40 ár, men nú ætlar danska stjórnin hjá Mettu Frederiksen at kanna møguleikan fyri aftur at fáa kjarnorku í Danmark
Small Modular Reactors, ella SMRs, er tað, ið danska stjórnin umhugsar at seta upp í Danmark
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.05.2025 - 15:19

Í Danmark ætlar stjórnin hjá Mettu Frederiksen, forsætisráðharra, at kanna møguleikan fyri aftur at fáa kjarnorku í Danmark. 

Kjarnorka hevur verið bannað í Danmark í 40 ár.

Danski ráðharrin í orku- og veðurlagsmálum, Lars Aagaard, ætlar at seta gongd á stórt greiningararbeiði, sum kann lýsa fyrimunir og vansar við at brúka kjarnorku aftrat sól- og vindorku.

Smáu nýggju moduleru orku-reaktorarnir (SMR), sum ráðharrin vil kanna nærri, eru eitt slag av lítlum kjarnorkuverkum.

- Tey eru munandi bíligari og skjótari at byggja, sigur Bent Lauritzen, leiðari fyri Center for nucelar energitekologi á DTU, . 

Mona Juul, forkvinna í Konservativa flokkinum, sum situr í andstøðu, heldur, at tilgongdin til kjarnorku gongur alt ov seint. 

Hon mælir til at strika bannið fyri kjarnorku.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739