Trygdin í hásæti til Eurovision í Basel

Trygdin í hásæti til Eurovision í Basel
Sveisiski herurin er eisini innkallaður í sambandi við Eurovision-sangkappingina til at fyribyrgja álopum við lívfrøðiligum, evnafrøðiligum og kjarnorkuvápnum, skrivar SVT
Trygdin var eisini í hásæti, tá Ongland skipaði fyri Eurovision í Liverpool í 2023 vegna Ukraina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2025 - 08:42

Tá ið hundraðtúsundatals fólk savnast til landsdyst í tónleiki er neyðugt við umfatandi trygdararbeiði.

Løgreglan í Sveis væntar hálva millión vitjandi til Basel í næstu viku, tá ið evropiska Eurvision-sangkappingin verður hildin. 

Fyri at handfara nógvu fólkini eru herurin og løgreglan innkallað.

- Vit vænta mótmælisgongur alla næstu vikuna, sigur Adrian Plachesi, samskiftisstjóri hjá løgregluni í Basel.

 

Svenska løgreglan ráðgevur

Basel er trið-fólkaríkasti býur í Sveis við 200.000 íbúgvum.

Svenska løgreglan hevur verið á vitjan her og greitt frá sínum royndum frá í fjør í sambandi við Eurovision.

Per Olof Söyseth, sum arbeiðir hjá svensku løgregluni, var kommando-ovasti í sambandi við sangkappingina í Malmø.

Ráðini til løgregluna í Basel eru blíðskapur og gott samskifti.

- Verið blíð, tí hetta er ein sera góð veitsla. Verið greið og havið gott samskifti. Tað er týdningarmest.  So fer tað ganga. Og so fáa vit at síggja, um Svøríki vinnur, segði Per Olof Söyseth, kommandoovasti, við svenska kringvarpið.

 

Herurin innkallaður

Løgreglan í Basel hevur tikið ráðini til eftirtektar. 

- Vit verða sjónligari, vakmyndatól verða sett upp á ávísum støðum, har vit vænta, at nógv fólk fara at savnast, og bann verður sett fyri dronum. Líka síðani kríggið í Ukraina brast á, hava vit vitað, at tær kunnu brúkast til meira enn bara at filma okkurt, sigur samskiftisstjórin hjá løgregluni í Basel, Adrian Plachesi.

Sveisiski herurin er eisini innkallaður til at fyribyrgja álopum við lívfrøðiligum, evnafrøðiligum og kjarnorkuvápnum, skrivar svenska kringvarpið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. juni
Breddin: Ríkisrættarliga støðan
193543
Fríggjadag 20. juni
RagnarRokk: Eirikur Hauksson um Maestro
193362
Fríggjadag 20. juni
Morgunlestur fríggjadagur 20. juni 2025
193344
Hósdag 19. juni
Breddin: Hvat bagir fólkaræðinum?
193494
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193532
Mikudag 18. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193457
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379