Støre og Stoltenberg á fund í Washington

Støre og Stoltenberg á fund í Washington
Í dag fer norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre til Washington, har hann í morgin skal á fund við amerikanska forsetan Donald Trump
 
23.04.2025 - 09:52

Við sær hevur hann norska fíggjarmálráðharran Jens Stoltenberg, sum kennir Trump væl frá tíðini sum aðalskrivari í Nato. Stoltenberg skal umframt fundin við Trump, eisini á fund við Altjóða gjaldoyragrunnin IMF og Heimsbankan.

- Eg gleði meg at hitta forsetan aftur, sigur Stoltenberg við journalistar.

Støre og Stoltenberg fáa góð ráð frá serfrøðingi, áðrenn teir fara.

- Teir mugu vera varnir við atfinningum móti Donaldi Trump og politikki hansara. Tað hevði verið lítið skilagott, sigur Torbjørn Knutsen, professari í samfelagsvísindum og amerikanskur serfrøðingur. 

Hann hevur búð í USA í nøkur ár og fylgir væl við amerikonskum politikki. Í dag undirvísir 73 ára gamli maðurin framvegis á lærda háskúlanum NTNU í Trondheimi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Hósdag 15. mai
RagnarRokk 15.mai 2025
191031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955