ES-nevndin fyrireikar nýggj tiltøk móti Russlandi

ES-nevndin fyrireikar nýggj tiltøk móti Russlandi
ES-nevndin fyrireikar við lóg at seta bann fyri, at fyritøkur í Evropa gera nýggjar avtalur við Russland um lívrunnið brennievni
 
23.04.2025 - 10:34

Reuters tíðindastovan endurgevur embætisfólk á hægsta stigi í ES, sum úttalar seg við treytini at vera ónevnt.

Av tí at nøkur limalond hava sagt, at tey taka ikki undir við ES-tiltøkum móti russiskum gassi, umhugsar nevndir aðrar hættir fyri at skunda undir endan á avhengi Evropa av russiskari orku. Sambært Reuters, skulu møguleikarnir fyri at náa hesum lagdir fram 6. mai.

ES-nevndin umhugsar handilstiltøk, eitt nú at banna evropiskum fyritøkum at gera nýggjar sáttmálar um brennievni við russarar. ES-nevndin arbeiðir eisini við løgfrøðiligum møguleikum fyri at heimila ES-fyritøkum at bróta verandi gasssáttmálar við Russland uttan at verða revsað, sigur embætismaðurin. 

Tiltøkini verða ætlað evropiskum fyritøkum, sum keypa flótandi russiskt náttúrugass (LNG). Hóast gassveitingin úr russiskum leiðingum minkaði munandi eftir at Russland lfeyp á Ukraina í februar 2022, so økti ES innflutningin av russiskum LNG í fjør.

Í fjør fekk ES framvegis 19 prosent av sínum gass- og LNG-veitingum frá russarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365