Fundarboð um tíðartreytaða pensjón

Fundarboð um tíðartreytaða pensjón
Trivnaðarnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um tíðartreytaða pensjón
Landsstýrið hevur uppskot um pensjón hjá fólki, sum hava verið hálva øld á arbeiðsmarknaðinum.
 
22.04.2025 - 06:50

Trivnaðarnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um tíðartreytaða pensjón.

Og millum annað partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fingið fundarboð.

Nevndin hevur sent boð eftir Samtaki, Heilsuhjálparafelagnum, Fiskimannafelagnum, Fakfelagssamstarvinum, Vinnuhúsinum, Búskaparráðnum, Almannaverkinum og landsstýrismaðurin í almannamálum.

Sambært lógaruppskotinum kunnu tey, sum hava arbeitt frá heilt ungum árum, fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin. 

Tað eru tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár, frá 16 ára aldri.

Uppskotið er, at tíðartreytaða pensjónin skal koma samstundis sum pensjónsaldurin hækkar í 2035.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365