Løgmanssteypið: Stóri dysturin er í Klaksvík

Løgmanssteypið: Stóri dysturin er í Klaksvík
Størsti dysturin í fjórðingsfinalunum í kappingini umn Løgmanssteypið er í Klaksvík, har B36 vitjar KÍ.
KÍ og Víkingur mugu metast sum favorittar til at vinna steypakappingina í ár
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
21.04.2025 - 12:12

Størsti dysturin í fjórðingsfinalunum í steypakappingini við monnum í dag er í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti B36. 

Klaksvíkingar hava ikki vunnið kappingina um Løgmanssteypið síðan 2016, men eru helst favorittar, undan vitjanini av tapandi finalistinum í fjør. Serliga havandi i huga, at bæði HB og NSÍ eru útsligin.

Síðan stovnan í 2008 hevur Víkingur verið steypaliðið yvir øllum í føroyskum fótbólti. Føroyameistarin hevur fingið vánaliga byrjan upp á landskappingina, men sló NSÍ út í 1. umfari av steypakappingini og er stórfavorittur ímóti Skála í dag.

Hini bæði Betri-liðini spæla ímóti hvør sínum 1. deildarliði. EB/Streymur tekur ímóti AB, meðan B68, sum tapti finaluna í 2022, vitjar B71 á Sandi.

 

15.00
EB/Streymur - AB
KÍ - B36

17.15
Víkingur - Skála
B71 - B68

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619