Kina kvettir við Boeing

Kina kvettir við Boeing
Kinesiskir myndugleikar hava givið boð um, at kinesisk flogfeløg ikki skulu taka ímóti fleiri veitingum frá flogførum frá amerikanska Boeing, skrivar Bloomberg
 
15.04.2025 - 12:53

Boð eru eisini givin um, at kinesisk flogfeløg  skulu gevast at keypa útgerð og eykalutir til flogfør frá amerikonskum fyritøkum, skrivar tíðindastovan, sum endurgevur ónevndar keldur. Hetta kemur í kjalarvørrinum á, at USA bjóðaði av til handilskríggj millum hesi bæði stórveldini. 

Kina hevur lagt 125 prosent toll á vørur úr USA, eftir at USA legði 145 prosent í tolli á vørur úr Kina.

Kina hevur eisini skipað stuðulstiltøk til flogfeløg, sum leiga Boeing-flogfør og nú skulu rinda meira fyri leigu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Hósdag 15. mai
RagnarRokk 15.mai 2025
191031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955