Fundur á høgum stigi millum USA og Iran

Fundur á høgum stigi millum USA og Iran
USA og Iran hittast í dag á fundi um kjarnorkuætlaninar hjá Iran
Tíðindabløðini í Iran skriva um fundin.
Mynd: Majid Asgaripour/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.04.2025 - 11:20

Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at samtalur eru millum londini bæði á so høgum stigi. Ein sendinevnd úr Iran er á veg til Oman, har samtalurnar skulu vera, skriva almennir miðlar.

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur hótt við hernaðarligum tiltøkum, um ikki partarnir semjast um nýggja avtalu. Kjarnorkuavtalan við Iran var brotin í 2018, tá ið Donald Trump sjálvur tók USA úr avtaluni.

Sendifólkið hjá Trump, Steve Withoff, og iranski uttanríkisráðharrin Abbas Araghchi skulu leiða samtalurnar, sum eru fyri afturlatnum hurðum í Muscat, sum er høvuðsstaður í grannalandinum hjá Iran, Oman.

- Eg vil hava Iran at vera eitt fantastiskt og eydnuríkt land. Men tað kann ikki hava kjarnorkuvápn, segði Trump fyri nøkrum tímum síðani.

Hvørja tign samtalurnar hava, er ikki váttað, - USA sigur samráðingar, meðan Iran tvíheldur um, at hetta er eitt millumlið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. mai
Morgunlestur leygardagur 17. mai 2025
191673
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
191963
Hósdag 15. mai
RagnarRokk 15.mai 2025
191031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959
Fríggjadag 16. mai
Útilív 5:6 - teknmálstulkað
191887
Fríggjadag 16. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191955