Týskland fingið nýggja stjórn

Týskland fingið nýggja stjórn
CDU/CSU og SPD eru samdir um at skipa samgongu, og nýggja stjórnin fer væntandi til verka í mai
Friedrich Merz, formaður í CDU, og Lars Klingbeil, sum hevur staðið á odda fyri samráðingunum hjá SPD, á tíðindafundi seinnapartin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.04.2025 - 14:58

Týskland hevur fingið nýggja stjórn í dag, 45 dagar eftir valið.

Konservativi flokkarnir, CDU/CSU, og sosialdemokratarnir, SPD, hava skipað samgongu.

Friedrich Merz, formaður í CDU, verður nýggjur samveldiskanslari. Hann tekur við eftir sosialdemokratin, Olaf Scholz, sum hevur verið stjórnarleiðari seinastu trý árini.

Samgonguskjalið, sum ikki er undirskrivað enn, verður lagt fram seinnapartin í dag, skrivar týski miðilin Bild. 

Atkvøðast skal um samgonguskjalið.

- Týskland fær við okkum eina virkisfúsa stjórn, sigur Friedrich Merz. 

Millum annað ætlar stjórnin at seta ferð á týska búskapin, áseta betri eftirlit við landamørkini og skipa eitt talgildismálaráð.

Friedrich Merz væntar, at nýggja stjórnin fer til verka fyrst í mai mánaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632