Russland og USA nýggjar samtalur

Russland og USA nýggjar samtalur
Ein av nærmastu ráðgevum og fíggjarligt sendifólk, Kirill Dmitrijev sigur, at jaligt samskifti er millum Moskva og Washington
 
06.04.2025 - 14:24

Sambandið millum londini heldur helst fram í næstu viku, sigur hann, sambært russisku tíðindastovuni Interfax, sum Reuters endurgevur.

Kirill Dmitrijev hevur fyri stuttum verið í Washingon og tosað við amerikonsk embætisfólk um m.a. møguleikarnar fyri, at gongd kemur á aftur amerikanska íløguvirksemið í Russlandi. Vitjanin hjá honum er tann fyrsta av sínum slagi á høgum russiskum embætisstigi í amerikansku umsitingini, síðani Russland leyp á Ukraina í 2022, skrivar CNN.

Sambært Reuters, hevði hann fingið fyribils-loyvi frá amerikanska uttanríkisráðnum at koma inn í USA, tað hevði annars ikki borið til orsakað av amerikanskum revsitiltøkum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392