Stór mótmæli í Istanbul

Stór mótmæli í Istanbul
Borgarstjórin í Istanbul er varðhaldsfongslaður, tí hann er ákærdur fyri mutur og at stuðla PKK, og hesum mótmæla turkar í dag.
Mynd: Franscisco Seco/AP  
 
23.03.2025 - 09:40

Stórar mótmælisgongur eru í Istanbul í dag, tí ein turkiskur dómstólur hevur gjørt av, at borgarstjórin í Istanbul, Ekrem Imamoglu, skal sita varðhaldsfongslaður til rættarmálið móti honum byrjar, har hann er ákærdur fyri mutur og fyri at stuðla yvirgangsfelagsskapinum, PKK.

Ekrem Imamoglu skal annars í dag veljast sum forsetavalevni fyri Republikanska fólkaflokkin, CHP, sum er í andstøðu til núverandi forsetan, Recep Tayyip Erdoğan. Ekrem Imamoglu verður sæddur sum ein av argastu mótstøðumonnunum hjá 
Recep Tayyip Erdoğan.

Ekrem Imamoglu noktar seg sekan í øllum ákærum og sigur, at ákærurnar eru politisk forfylging.

Sama sigur borgarstjórin í Ankara, sum eisini er limur í Republikanska fólkaflokkinum, CHP. Tað, sum hendir í løtuni er "skomm fyri rættarsamfelagið", sigur hann við Reuters tíðindastovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946