Landsstýrismaðurin: Eiga at fáa besta prís og virki vera kappingarfør

Landsstýrismaðurin: Eiga at fáa besta prís og virki vera kappingarfør
Upprunaliga var ætlanin, at uppsjóvarskip kundu sleppa at landa 50 prosent uttanlands, men seinni var hetta broytt til 25 prosent
Sambært uppskotinum um broytingar í sjófeingislógini kunnu 25 prosent av uppsjóvarfiskinum landast uttanlands.
 
21.03.2025 - 18:00

Tann parturin av broytingaruppskotinum í sjófeingislógini, sum sigur, at føroysk uppisjóvarskip skulu kunna landa 25 prosent av veiðini uttanlands, hevur fingið mótstøðu, eisini úr samgonguni. 

Men Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vísir á, at føroyski sjómaðurin eigur at fáa besta prís sum er, og at føroysku virkini eiga at vera kappingarfør.

 

Jóhan Christiansen. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Samgongutinglimurin Bjarni Hammer, sum eisini er býráðslimur á Tvøroyri, hevur meldað greitt út, at hann orsakað av hesi prosentbroytingini ikki ætlar at atkvøða fyri broytingaruppskotinum.

Jóhan Christiansen væntar kortini, at alt fer at laga seg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21032025_Johan_um_landingar_uttanlands

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590