Gene Hackman deyður, og tað eru kona og hundur hansara eisini

Gene Hackman deyður, og tað eru kona og hundur hansara eisini
Bæði Gene Hackman, konan Betsy Arakawa og hundur teirra eru funnin deyð í heiminum í Santa Fe County. Løgreglan kannar málið, men ongar ábendingar eru um nakra brotsgerð
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
27.02.2025 - 09:52

Kendi amerikanski filmssjónleikarin Gene Hackman er funnin deyður í heimi sínum í Santa Fe County, 95 ára gamal.

95 ár er ein høgur aldur, so tað er einki undarligt í, at Gene Hackman nú er farin úr tíðini.

Men tað vekir undran, at kona Hackman, Betsy Arakawa, ið var 63 ár, eisini er funnin deyð í heiminum í Santa Fe.

Hetta skrivar DR við blaðnum Santa Fe New Mexican sum keldu. 


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Eingin illgruni um brotsgerð

Hóast umstøðurnar vekja undra, so er eingin illgruni um, at ein brotsgerð er framd, men deyðsorsøkin er heldur ikki upplýst. 

So skuldi ein trúð, at tað var tað, men tað er tað ikki, tí eisini hundurin hjá Hackman hjúnunum er funnin deyður í heiminum. 

Løgreglan kannar málið. 


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Gene Hackman er ein nógv heiðraður sjónleikari. Á sínari yrkisleið vann hann tveir Oscar fyri sínar leiklutir í "The French Connection" og í filminum "Unforgiven".

Gene Hackman og Betsy Arakawa blivu gift í 1991.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074