Gomul tøl og gamlar siðvenjur

Gomul tøl og gamlar siðvenjur
Og bara lestrarstuðul verður faldaður við 1,5 hjá fólki, sum fáa fyribils  uppihaldsveiting
Almannamálaráðíð ætlar at stytta lógarheiti.
 
19.02.2025 - 06:22

Tørvsmetingin, sum verður gjørd, tá fólk søkja um pengar úr landskassanum til stakútreiðslur, brúkar upphæddir, sum ikki eru broyttar síðani 1999. 

Harumframt vera brúktar mannagongdir, sum byggja á gamlar siðvenjur. 

Hetta skal broytast í almannalógini, sum lógin um almannatrygd og tænastur nú skal eita.

Almannamálaráðið hevur lagt uppskot fyri tingið um tað.

Við broytingini um stakútreiðslur fær landsstýrisfólkið heimild at áseta nærri reglur um tær.

Og rættarstøðan hjá fólki verður betri í málum um fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur, stendur í lógaruppskotinum.  

Ein onnur broyting er, at bara lestrarstuðul verður faldaður við 1,5 hjá fólki, sum fáa fyribils  uppihaldsveiting.

Sambært lógini, sum hon nú er, verður øll inntøka, sum ikki er skattskyldug, faldað við 1,5 og síðani  mótroknað í fyribils uppihaldsveiting.

Og tað er ikki ætlanin, sigur Almannamálaráðið.

Nú skal onnur inntøka enn lestrarstuðul mótroknast eitt til eitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602