Trot á umlætting

Trot á umlætting
Tað gongur ikki væl at bjóða fólki, sum eru yngri enn 67 ár og hava demens, umlætting
Minnisbonkur um demens.
 
17.02.2025 - 06:38

Tað gongur ikki væl at bjóða fólki, sum eru yngri enn 67 ár og hava demens, umlætting.

Almannaverkið heldur tað vera skilagott at samstarva við kommunur um at keypa umlætting.

Tó er ymiskt, hvussu nógv umlættingarpláss kommunurnar hava.

Tað er eisini ymiskt, hvussu kommunurnar raðfesta samstarvið um tey yngru. 

Hetta ger, at atgongdin hjá yngri, sum hava demens, til umlættingarplássini ikki er eins um alt landið. 

Tað stendur í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

Hon sigur eisini, at tað hevur eydnast væl at samskipa dagtilboð til yngri við demens. 

Sambært Heilsumálaráðnum eru 26 fólk undir 67 ár, sum hava fingið staðfest demens, og eru knýtt at Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum.

Almannaverkið hevur í síni skipan í løtuni 12 fólk, sum hava demens, og eru yngri enn 67. 

Fýra teirra búgva í røktarheimi ella ellisheimi.

Fimm koma í dagtilboði hjá Almannaverkinum og hava møguleika at fáa umlætting í tann mun, Almannaverkið kann keypa umlætting frá kommununum. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602