Hjálparvenjarin sleppur at spæla við Víkingi til í summar

Hjálparvenjarin sleppur at spæla við Víkingi til í summar
Atli Gregersen sigur, at hansara uppgáva verður at stuðla høvuðsvenjaranum og koma við øðrum argumentum, enn hann hevur
Atli Gregersen, nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, sleppur at spæla við Víkingi eina tíð aftrat.
 
14.02.2025 - 14:09

Tað var leingi eitt ivamál, um Atli Gregersen kundi vera hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, tí hann spælir eisini við besta liðnum hjá Víkingi.

Men ein loysn er funnin, og  Atli Gregersen spælir við Víkingi til í summar. 

Nýggi hjálparvenjarin sigur, at hansara uppgáva verður at stuðla høvuðsvenjaranum og koma við øðrum argumentum, enn hann hevur.

- Eg haldi, at eg hava nokk so gott eyga fyri, hvørjar týpur vit skulu brúka á liðnum fyri at avrika, og eg haldi meg hava hampuliga gott skil fyri fótbólti, tí eg hava ikki gjørt annað, síðani eg var fimm ára gamal, sigur Atli Gregersen.

Hoyr samrøðu við hann í útvarpstíðindunum:

 

14022025_Atli_Gregersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390