Tingfólk: Skeivt at Posta kappast við smáar fyritøkur

Tingfólk: Skeivt at Posta kappast við smáar fyritøkur
Formaðurin í vinnunevndini heldur, at Posta eigur at fáa pening á fíggjarlógini til kjarnuvirksemið
Posta eigur at fáa pening á fíggjarlógini til sínar kjarnuuppgávur, heldur formaðurin í vinnunevndini.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
13.02.2025 - 13:04

Tað er skeivt, at almenna partafelagið Posta kappast við smáar fyritøkur.

Tað vóru limir í vinnunevnd løgtingsins á einum máli um í Breddanum fyrrapartin. 

Annika Olsen í Tjóðveldi segði, at tað er andsøgn millum vinnupolitikkin hjá sam gonguni og søgurnar, sum hava verið frammi, um at Posta kappast við smáar fyritøkur.

Uni Holm Johannesen í Javnaðarflokkinum vísti á, at neyðugt er spyrja, hvat skal gerast við kjarnutænastuna hjá Posta. 

 

Limir í vinnunevndini kjakaðust í Breddanum fyrrapartin um framtíðina hjá Posta.

 

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í vinnunevndini, segði, at Posta hevur ikki annan møguleika enn at kappast, tí felagið hevur halll av postskylduni.

Tì eigur felagið at fáa pening á fíggjarlógini til kjarnuvirksemið, segði Erhard Joensen.

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum mælti frá, at Posta kemur á fíggjarlógina. Hann segði, at málið um Posta er avleiðing av skeivum vinnupolitikki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13022025_Breddi_um_Posta

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074