Heilsuhjálparafelagið hevur steðgað samráðingunum

Heilsuhjálparafelagið hevur steðgað samráðingunum
KAF er komin við fleiri krøvum, har limir í Heilsuhjálparafelagnum skuldu lata frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri, sigur forkvinnan í felagnum
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
 
13.02.2025 - 15:12

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur steðgað samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og felagið umhugsar nú støðuna.

Tað sigur Heilsuhjálparafelagið í tíðindaskrivi fyri løtu síðan.

Samráðingarnar skuldu halda fram í dag, har Kommununala Arbeiðsgevarafelagið skuldi leggja fram eitt uppskot um semju, men fundurin bleiv slitin eftir bert 20 minuttum, skrivar Heilsuhjálparafelagið.

 

Nógv krøv

- Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri. Tí steðgaði eg fundinum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, í tíðindaskrivinum.

- Uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið nógv inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, sigur Mary Antonsdóttir.

Eingin nýggjur fundur er á skránn í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602