Børn síggja ov fáar veruligar kroppar

Børn síggja ov fáar veruligar kroppar
- Tey blíva næstan kløkk, tá tey síggja púra vanligar kroppar, tí tey eru heilt einfalt ikki von við tað, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
 
13.02.2025 - 11:15

Smøl miðja, stór bróst, long bein og klænur búkur.

Hetta er aloftast tað, sum børn og ung síggja, tá tey síggja konufólkakroppar á netinum. Og tað elvir til eina vrangfatan av kroppinum.

-Tá vit í undirvísingini hava víst børnunum púra vanligar kroppar, sum jú kunnu hava onkra dellu og ikki eru eins og tað, mann ofta sær á netinum, so blíva børnini rættiliga kløkk. Tey eru heilt einfalt ikki so von við vanligar kroppar, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur.

Í farnu viku undirvístu heilsufrøðingarnir úti í skúlunum, og evnið var at hava tað gott í egnum kroppi.

- Tey allarflestu børnini trívast væl og hugsa ikki so nógv um sín kropp. Men har eru nøkur, sum eitt nú uppliva at vera útihýst frá felagsskapinum, útilokandi orsakað av útsjóndini, sigur Sára Gullfoss.

Hon vísir á, at tað er av týdningi, at foreldur tosa við børnini og møta teimum, har tey eru. 

Í morgunsendingini forklárar Sára Gullfoss millum annað týdningin av, at børn og ung trívast í egnum kroppi, og hvussu foreldur kunnu hjálpa og stuðla.

1725668

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392