Neyðrakett skotin av landi í Vági

Neyðrakett skotin av landi í Vági
Løgreglan harmast um, at tyrlan og Brimil skulu brúka sína tíð at leita eftir bátum í illveðrið, tá tað seinni vísir seg at vera lótir á landi.
 
08.02.2025 - 10:46

Nakað fyri middnátt boðaði ein vágbingur løgreglun frá, at ein neyðrakett datt niður tætt við fótbóltsvøllin vesturi á Eiðinum. MRCC fekk boðini og sendi bæði tyrlu og vaktarskipið Brimil út at leita. Men eingin bátur sást og heldur eingin bátur er saknaður. Veðrið var ringt og tí var lítið sannlíkt, at nakar bátur var úti. Løgreglan heldur tí, at neyðrakettin er send frá landi. Løgreglan fekk eisini boð um, at onkur hevði møtt einum bili á veg vestur á Eiði, og løgreglan metur, at fólkini í hesum bilinum kunnu hava sent neyðrakettina. Løgreglan veit ikki nummarplátuna á bilinum og kann tí ikki kanna hetta nærri, sigur vakthavandi.Vagtleiðarin harmast um, at tyrlan og Brimil skulu brúka sína tíð at leita eftir bátum í illveðrið, tá tað seinni vísir seg at vera lótir á landi.

 

Fyrrakvøldið var ein bilførari í Vági steðgaður, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tikin av føraranum. Tað tekur vanliga einar tríggjar vikur at fáa úrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388