2.000 jarðhitaskipanir í landinum

2.000 jarðhitaskipanir í landinum
Málið má vera at fáa allar skúlar við í skiftið til grøna orku
Tær 2.000 jarðhitaskipanirnar gera, at Føroysar spara 3.000 tons av olju um árið.
 
07.02.2025 - 08:16

Nú eru fleiri enn 2.000 jarðhitaskipanir í Føroyum.

Tær gera, at Føroyar spara 3.000 tons av olju um árið.

Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, í røðu sínari, tá grundvatnshitaskipanin í Glyvra skúla var tikin alment í nýtslu.  

Runavíkar kommuna, Jarðfeingi og Umhvørvismálaráðið hava arbeitt saman um jarðhitaskipanina hjá Glyvra skúla.

 

Margit Stórá

 

Tey hava fingið burtur av orkustuðulsjáttanini hjá Umhvørvismálaráðnum. 

53 skúlar eru í Føroyum.  

13 teirra hava fjarhita, jarðhita ella sjóhita. 

- Tað má vera okkara mál, at vit nú fáa hinar 40 skúlarnar við í skiftið til grøna orku, segði Margit Stórá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229