Kommunan skal viðgera málið um kirkjuna á Argjum av nýggjum

Kommunan skal viðgera málið um kirkjuna á Argjum av nýggjum
Kærustovnurin sigur, at kommunan hevur ikki hildið fyrisitingarlógina og partshoyrt
Ætlanin var at seta spakan í til nýggju kirkjuna 5. mars, men nú hevur Kærustovnurin víst málið til nýggja viðgerð í Tórshavnar kommunu.
 
06.02.2025 - 13:58

Málið um byggiloyvi til nýggja kirkju við Sandá á Argjum endar nú aftur í Tórshavnar kommunu.

Føroya Kærustovnur hevur gjørt av at vísa málið aftur til nýggja viðgerð hjá kommununi, og sostatt er byggiloyvið til fríøkið við Sandá ikki galdandi longur.

Nakrir grannar kærdu til Kærustovnin 3. apríl í fjør, og tað er tann kæran, sum støða nú er tikin til.

Niðurstøðan er, at kommunan hevur ikki hildið fyrisitingarlógina og partshoyrt. Tí verður málið nú sent aftur til kommununa til nýggja viðgerð.

Tá kirkjuráðið á Argjum stutt fyri jól gjørdi sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja nýggju kirkjuna við Sandá, var sagt, at arbeiðið skuldi byrja 5. mars. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390