Tænastuvinnan bjartskygdari - byggivinnan ikki so jalig

Tænastuvinnan bjartskygdari - byggivinnan ikki so jalig
Hagstovan hevur kunngjørt nýggjasta konjunkturbarometrið
Handilsvinnan hevur eisini betri vónir, enn hon hevði. (Savnsmynd)
 
04.02.2025 - 10:28

Tænastuvinnan er bjartskygdari. 

Handilsvinnan hevur eisini betri vónir, enn hon hevði.

Men byggivinnan er ikki eins jalig, sum hon hevur verið.

Hagstovan hevur kunngjørt nýggjasta konjunkturbarometrið.

Tað gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna at vera.

 

Gongur upp

Konjunkturbarometrið gongur upp.  

28 prosent av spurdu húsarhaldunum siga, at tey fáa júst endarnar at røkka saman. Fyri trimum árum síðani vóru tey 23 prosent. 

55 prosent siga seg spara nakað upp, men fimm prosent siga seg spara nógv upp. 

Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki fleiri, sum siga seg mugu læna pening.

Átta prosent siga seg brúka av uppsparingini. 

Les meira her

 


Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602