SEV-stjórin um Minesto: Spennandi verkætlan, men enn vanta úrslit

SEV-stjórin um Minesto: Spennandi verkætlan, men enn vanta úrslit
Eydnast verkætlanin, eru vit komin eitt stórt stig víðari at gera Føroyar grønar, sigur Hákun Djurhuus
SEV hevur hjálpt Minesto viðvíkjandi loyvum, og hevur eisini keypt streymin, sum sjóvarfalsdrekarnir framleiða.
 
04.02.2025 - 18:00

- Sjóvarfalsdrekarnir hjá Minesto eru spennandi, men okkum vantar at síggja úrslit, og tí kunnu vit ikki rættiliga rokna við teimum enn.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

SEV hevur ikki sett pengar í verkætlanina hjá Minesto, men hevur hjálpt til viðvíkjandi loyvum og at taka ímóti streyminum, sum drekarnir hava framleitt.

- Eydnast verkætlanin hjá Minesto, eru vit kom eitt stórt stig víðari at gera Føroyar grønar, sigur Hákun Djurhuus.

 

Hákun Djurhuus

 

Í tíðindunum á døgurða segði Martin Edlund, stjóri í Minesto, at tørvur er á at fáa føroyskar íleggjarar at gera íløgur fyri 224 milliónir krónur í verkætlanina. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04032025_Hakun_um_MInesto

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365