Varpa ljós á seksuel evni í viku seks

Varpa ljós á seksuel evni í viku seks
Kyn hevur undirvísing í Suðuroynni, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík og í Havn
Kyn hevur gjørt nýggja heimasíðu, sum skal vera føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni. 
 
03.02.2025 - 08:18

Hendan vikan er vika seks.

Og felagsskapurin Kyn skipar enn einaferð fyri Viku sex, har ljós verður varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað hjá føroyskum ungum.

Á sætta ári á rað fáa føroyskir miðnámsskúlanæmingar og onnur ung í háskúla og ungdómshúsum undirvísing frá Kyni um kropp, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, sex, mørk og rættindi. 

Undirvíst verður í Suðuroynni, Vestmanna, Saltangará, Klaksvík og í Havn.

 

Læra um fyribyrging

Umframt seksualundirvísing, fer Kyn at hava básar í miðnámsskúlunum, har næmingarnir kunnu síggja ymiskar fyribyrgingarhættir og fáa at vita, hvussu ein spiralur verður lagdur.

Kyn hevur gjørt nýggja heimasíðu, www.kyn.fo, sum skal vera føroyskur pallur fyri ung, har tey kunnu leita sær vitan um seksuel evni. 

Heimasíðan hevur eisini ein brævkassa, har ung dulnevnt kunnu spyrja.

Kyn sigur seg vita frá føroyskari gransking, at føroysk ung fáa meginpartin av teirra kunning um seksuel evni frá sínum vinum.

Tey halda seg vanta nógva vitan um seksualitet og kynslív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602