Uppskotið um nettrygd als ikki liðugt

Uppskotið um nettrygd als ikki liðugt
Kortini er tað sent til hoyringar, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Ein ætlan um nettrygd er gjørd.
 
02.02.2025 - 09:54

Hóast lógaruppskotið um nettrygd er sent til hoyringar, er uppskotið ikki liðugt.

Talan er um eitt umfatandi uppskot, sum leggur týðandi byrðar á privat feløg og almennar myndugleikar. 

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringarskrivi til Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Uppskotið byggir á nettrygdarætlanina, sum landsstýrið kom við fyri einum góðum ári síðani.

Í henni eru átta strategisk mál og 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. 

Landsstýrið ætlar at leggja uppskotið um nettrygdarlóg fyri løgtingið í vár.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at uppskotið, sum var sent til hoyringar, er ófullfíggjað og tí ikki búgvið at senda til hoyringar.

Felagið sigur, at ongar serligar viðmerkingar eru til greinarnar 7 til 72 í lógaruppskotinum.

Torført og ógjørligt

Tað er torført og í summum førum ógjørligt at viðmerkja eitt uppskot, har skrivligu viðmerkingarnar ikki greiða frá, hvat ætlanin er við ásetingini, og hvussu hon skal skiljast, siga arbeiðsgevararnir. 

Arbeiðsgevarafelagið mælir landsstýrinum til at gera uppskotið liðugt fyrst.

Tað kann so leggjast fyri løgtingið á ólavsøku.

Felagið hevur tó nógvar viðmerkingar um uppskotið, hóast tað, sambært felagnum, ikki er liðugt.

Men tað tilskilar sær rætt til at koma við fleiri viðmerkingum, tá felagið hevur lisið lidna uppskotið, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag, sum sigur seg taka undir við endamálinum við uppskotinum.

Hoyringarfreistin er farin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941