- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark skrivaði søgu og vann sítt fjórða HM á rað

HM-finala: Kroatia-Danmark 26-32 (12-16)
Fýra ferðir hevur Danmark vunnið heimsmeistaraheitið í hondbólti hjá monnum á rað.
Tað hevur eingin klára undan teimum og sjálvt um tað er torført at spáa um framtíðina, so kann tað vera ilt at ímynda sær, at nakar kann gera dønum hetta kynstrið eftir.
Tá tikið verður saman um er eingin ivi um, at danska liðið hevur verið so nógv tað sterkasta í allari kappingini, og tað sást eisini í fyrstu dystunum í kappingini, tá danska landsliðið vant burtur úr mótstøðuni. Bara ta einu ferðina vann Danmark við færri enn tíggju málum og tað var, tá teir spældu móti Kekkia, har dysturin endaði við einum sigri upp á seks mál.
Eisini í fjórðingsfinalui, tá teir spældu móti Brasil, vunnu danir stórt. 33-21, og tað sama hendir, tá teir í hálvfinaluni vunnu 40-27 ímóti Portugal.
Í kvøld var tað so finala á skránni og hon var ímóti Kroatia, sum í sínari hálvfinalu vann 31-28 ímóti Fraklandi. Og heldur ikki hesaferð var nakað, sum mótstøðuliðið kláraði at gera. Danir vóru frammanfyri við fýra í hálvleikinum, 16-12, og munurin bara øktist sum dysturin leið. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var Danmark á odda við tíggju og so níggju málum, og finalan avgjørd.
Dysturin endaði við 32-26 sigri til Danmark og harvið var fjórða HM-heitið á rað veruleiki. Hetta er eitt bragd, sum eingin annar hevur framt í hondbóltssøguni, og sigur nógv um, hvussu sterkt lið danir hava fingið snikkað saman hesi seinastu nógvu árini, har Nikolaj Jacobsen hevur verið venjari. Tað er her vert at leggja afturat, at danski venjarin framvegis ikki hevur tapt ein dyst í einari HM-kapping. Finalan var hansara dystur nummar 37 í HM-høpi og eisini tað metið verður torført at gera kál á.
Tað er ikki bara Danmark, og danski venjarin, sum hava vunnið HM fýra ferðir. Tað hevur Jóhan á Plógv Hansen eisini gjørt.
Jóhan á Plógva Hansen, sum fekk sína hondbóltsuppaling í Kyndli, men sum seinni flutti til Skanderborg Håndbold, hevur verið við í øllum fýra HM-sigrunum hjá Danmark síðan 2019, og er tí eisini søguligur í so máta.
Til hesa kappingina skoraði Jóhan á Plógv Hansen 14 mál, og tá hann gjørdi tað við 20 skotum endaði hann við einum skoringsprosenti uppá 70, sum má sigast at vera rættiliga sannførandi. Trý av teimum málunum komu í sjálvari finaluni.
Danska landsliðið fekk heldur ikki bara gullmerkini heim við. Mathias Gidsel gjørdist toppskjútti til hesa kappingina, við 74 málum, sum er 20 mál fleiri enn tann næstbesti, ið var Francisco Costa úr Portugal. Mathiast Gidsel fekk mál í 69 prosentum av tilfeldinum, tá hann loysti skot av. Hann legði eisini upp til flest mál hjá viðleikarunum. hann vann eisini dønum flest brotskøst (17), og hann dróg eisini flest útvísingar til mótstøðuleikararnar (12).
Verjan hevur sjálvandi eisini stóran týdning og eisini har stóðu danir seg væl. Í verjuni kláraði Magnus Saugstrup at stjala flest bóltar frá mótstøðuliðnum, og í málinum gjørdist Emil Nielsen, tann heilt stóra stjørnan. Á almenna yvirlitinum endar hann á øðrum plássi, tí hann bjargaði 43 prosentum av skotunum, sum komu ímóti honum, men tað gjørdi franski málverjin Bellahcene eisini. Munurin var bara, at Emil Nielsen spældi allar níggju dystirnar og tók 125 av 294 skotum, Bellahcene spældi tveir dystir og bjargaði 10 av 23 skotum. Tá tað snýr seg um tal av bjargingum var Emil Nielsen langt fremst við 30 bjargingum fleiri enn nummar tvey.
Frakland vann bronsudystin móti Portugal við 35 málum móti 34. Hesin dystur gjørdist rættiliga spennandi, tí Portugal kláraði at halda tørn við Fraklandi líka til tað síðsta. Portugal javnaði í síðsta minutti, men fraklendingar kláraðu at spæla seg til eitt brotskast, tá tað manglaði umleið ein hálvur minuttur, og uppá tað skoraði Richardson sigursmálið. Ikki tí, Portugal hevði møguleikan í seinasta álopinum, men franski málverjin bjargaði skotinum frá porgugisiska vonginum, og hann bjargaði tí faktiskt við høvdinum.
Til slíkar kappingar verður eisini eitt All-Star lið valt umframt annað. Á tí liðnum í ár eru: Emil Nielsen (Danmark), málverji, Mario Šoštarič (Kroatia), høgri vongur, Ivan Martinovic (Kroatia), høgri bakkur, Martim Costa (Portugal), spælskipari, Simon Pytlick (Danmark), vinstri bakkur, Dylan Nahi (France), vinstri vongur og Victor Iturriza (Portugal) strikuspælari.
Besti ungi spælari í ár var Francisco Costa úr Portugal, og toppskjútti gjørdist Mathias Gidsel (Danmark). Mathias Gidsel vann eisini heiðurin sum MVP, sum stendur fyri virðismiklasti spælarin í kappingini.
HM-finala: Kroatia-Danmark 26-32 (12-16)
Kroatia: Ivan Martinović 6, Mario Šoštarić 5, Luka Lovre Klarica 4, Marin Jelinić 3, Filip Glavaš 2, Marin Šipić 2, Igor Karačić 2, Domagoj Duvnjak 1 og Tin Lučin 1
Danmark: Mathias Gidsel 10, Emil Jacobsen 5, Simon Pytlick 4, Emil Madsen 4, Jóhan á Plógv Hansen 3, Niclas Kirkeløkke 2, Lukas Jørgensen 2, Magnus Landin 1, Rasmus Lauge 1
























