Revsar ikki uttan ES er við

Revsar ikki uttan ES er við
Danmark ger eingi revsitiltøk móti Russlandi, uttan semja er um tey í ES
Eagle S er í skuggaflotanum. Skipini í honum eru skrásett í øðrum londum enn Russlandi fyri at sleppa undan revsitiltøkum.
 
24.01.2025 - 06:45


Danmark ger eingi revsitiltøk móti Russlandi, uttan semja er um tey í ES.

Tað svarar Morten Bødskod, vinnumálaráðharri, Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Sjúrður Skaale spurdi, um Danmark unilateralt, einsíðugt, fer at banna handli við russiskari olju og gassi, sum russiski skuggaflotin siglir við, hóast ES ikki kemur við slíkum banni.    

Sjúrður Skaale sigur, at Financial Times skrivaði 14. januar, at skipasmiðjur í Evropa framvegis veita skipum í skuggaflotanum tænastur, hóast Danmark og ES hava sett í gildi revsitiltøk móti russiska handlinum við olju og gassi.

Skipini í skuggaflotanum eru ikki skrásett í Russlandi fyri at sleppa undan revsitiltøkunum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739