Allur skattur av húsaleigu í kommunukassarnar

Allur skattur av húsaleigu í kommunukassarnar
Sum er fáa kommunurnar 45 prosent av bruttoskattinum av húsaleigu
Allur skattur av húsaleigu skal nú í kommunukassarnir.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
24.01.2025 - 06:37

Nú skal allur skattur av húsaleigu fara í kommunukassarnar.

Sum er fáa kommunurnar 45 prosent av bruttoskattinum av húsaleigu.

Men Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um at broyta skattalógina, so kommunurnar fáa allan skattin.

Uppskotið er í samgonguskjalinum, og Kommunufelagið hevur biðið um tað.

Tann kommunan, har sum leigaða húsið er, fær skattin.

Uppskotið kostar landinum 1,7 mió. kr., sigur Fíggjarmálaráðið.

Og tær 1,7 milliónirnar fáa kommunurnar so, verður uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum samtykt.

Uppskotið skal koma í gildi 1. januar 2024, so tað er galdandi fyri farna skattaárið.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304