Rubio lovar Netanyahu treytaleysan stuðul

Rubio lovar Netanyahu treytaleysan stuðul
Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin tosaði í telefon við ísraelska forsætisráðharran í gjár
Marco Rubio, uttanríkisráðharri, segði, at amerikanski stuðulin til USA hevur hægstu raðfesting hjá Donald Trump, forseta.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
23.01.2025 - 08:46

Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, lovar ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, treytaleysan stuðul.

Teir báðir tosaðu í telefon í gjár, upplýsir amerikanska uttanríksráðið.

Telefonfundurin kom í lag, tí Marco Rubio vildi leggja dent á, at treytaleysi stuðulin hjá USA heldur fram óbroyttur, og hevur hægstu raðfesting hjá Donald Trump, forseta.

 

Ynskti til lukku

Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin nýtti eisini høvið at ynskja Netanyahu til lukku við góðu avrikunum í stríðnum móti Hamas og Hisbollah.

Marco Rubio lovaði eisini, at hann fer at gera alt, sum er í hansara valdi, at fáa gíslarnar, sum eru eftir í Gasa, leysar, skrivar Ritzau.

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi sunnudagin, eftir at partarnir hava stríðst ímóti hvørjum øðrum í 15 mánaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118