Ráðstevna um Føroyar í spentu heimsstøðuni

Ráðstevna um Føroyar í spentu heimsstøðuni
Føroyingar og útlendingar hava fyrilestur um broyttu heimsstøðuna og mótstøðuføri Føroya í hesum sambandi
Tilbúgvingarráðstevnan er í Kongshøll í dag.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
23.01.2025 - 13:57

Hvussu klára Føroyar at standa seg móti øktum turbulensi og ymsum sløgum av kreppum?

Tað er evnið á almennari ráðstevnu í Kongshøll í Havn í dag, sum Løgmálaráðið og Fróðskaparsetrið skipa fyri. 

Trygdarstøðan hjá okkum og okkara sameindu er fyri stórum rembingum í hesum árum, har geopolitisku og tøkniligu umstøðurnar eisini hava kollvelt altjóða valdsjavnvágina.

Ráðstevnan skal lýsa viðurskiftini og skapa orðaskifti um, hvussu vit styrkja mótstøðuføri Føroya, nú størri ótryggleiki valdar.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, lýddi við áhuga á fyrilestrarnar á ráðstevnuni. (Mynd: Bárður Lydersen)

Rógvi Olavsson, granskari, heldur fyrilestur. (Mynd: Bárður Lydersen)

Stylianos Tzimis, senior analyst, HybridCoE. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Váðamynd fyri Føroyar

Arbeitt verður við at gera eina váðamynd fyri Føroyar, sum skal hjálpa politisku skipanini at raðfesta átøk á tilbúgvingarøkinum.

Við støði í váðamyndini verður eisini neyðugt at gera tilmæli um, hvørja tilbúgving húsarhaldini, vinnulívið og landið eiga at hava, so at skaði av møguligum atsóknum og tilburðum kann avmarkast mest møguligt, sigur Løgmálaráðið.

Á ráðstevnuni hava bæði føroyingar og útlendingar, sum arbeiða við gransking, tilbúgving ella vinnulívi, fyrilestur um broyttu heimsstøðuna og mótstøðuføri Føroya í hesum sambandi.

Eisini verður pallborðskjak.

Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í tilbúgvingarmálum:

 

23012025_Bjarni_og_radstevna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. februar
Breddin: Trump aftur í Hvítu húsunum
187774
Fríggjadag 14. februar
Morgunlestur fríggjadagur 14.februar 2025
186669
Hósdag 13. februar
RagnarRokk 13.februar 2025
186373
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534