Trump hevur framvegis Grønland í huganum

Trump hevur framvegis Grønland í huganum
USA hevur brúk fyri Grønlandi í sambandi við altjóða trygd, sigur nýggi amerikanski forsetin
Tað var, meðan hann skrivaði undir fyriskipanir, at Donald Trump, forseti, var spurdur um Grønland.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2025 - 08:10

Donald Trump, sum í gjár tók við sum forseti USA, hevur framvegis Grønland í huganum. 

Hann nevndi tó ikki Grønland í setanarrøðu síni, men í Ovala rúminum í Hvítu húsunum í gjár, har hann skrivaði undir fleiri nýggjar fyriskipanir, spurdu journalistar um ætlanirnar hjá honum um Grønland:

 

21012025_Trump_um_Gronland

 

"Grønland er vakurt. Vit hava brúk fyri Grønlandi í sambandi við altjóða trygd, og eg eri vísur í, at Danmark fer at akta. Tað er dýrt hjá Danmark at hava og halda tað viðlíka. Grønlendingar eru ikki nøgdir við Danmark. Eg haldi, at teir eru nøgd við okkum. Grønland hevur týdning, - ikki fyri okkum, men fyri altjóða trygd. Russisk og kinesisk skip eru allastaðni, krígsskip. Danmark klárar tað ikki," segði Donald Trump.

 

Nýggjur veruleiki

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederisken, skrivar á Facebook meira yvirskipað um næstu fýra árini:

- Sama hvat hann, Trump, fer at siga í setanarrøðu síni, so vænti eg, at vit sum evropearar mugu skipa okkum í nýggjum veruleika. Vit eru í eini óvæntaðari og ógvusligari uttanríkispolitiskari støðu, sum ikki steðgar fyribils, skrivaði hon m.a. á Facebook.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342