Skuldi koma í gildi í síðstu viku - er enn í nevnd

Skuldi koma í gildi í síðstu viku - er enn í nevnd
Tað verður ikki enn á sinni, at nýggja kommunulæknalógin kemur aftur í tingsalin
Tað verður ein løta enn at bíða eftir nýggju kommunulæknalógini.
 
21.01.2025 - 06:53

Tað verður ikki enn á sinni, at nýggja kommunulæknalógin kemur aftur í tingsalin.

Uppskotið um lógina, sum eitur lóg um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum, kom í tingið 4. november.

Fyrsta viðgerð var 15. november.

Síðani hevur trivnaðarnevndin havt uppskotið.

Hon hevur biðið um at fáa freistina at skiva álit longda til 11. februar, tí hon er ikki liðug at viðgera uppskotið.

Lógin skuldi annars, sambært uppskotinum, koma í gildi 15. januar í ár.

Trivnaðarnevndin hevur fund 3. februar.

Tá er málið á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493