Smædni drongurin bleiv konsertmeistari

Smædni drongurin bleiv konsertmeistari
VIKUGESTURIN: Sámal Petersen, sum hevur sitið á fremsta bonki í Føroya symfoniorkestri í 30 ár, fer nú at bóndast
Sámal Petersen hevur júst havt solo saman við Susanne Andersson á hansara síðstu konsert sum konsertmeistari í FSO
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2025 - 12:28

Dissiplin, uppmøting, krevjandi og ambitiøsur eru lyklaorð, sum koma fram í hesi samrøðuni, har Sámal Petersen var vikugestur.

Í 30 ár hevur Sámal Petersen verið konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri, men á nýggjárskonsertini traðkaði hann eitt stig niður og lat sessin til ein av sínum næmingum.

Sjálvur var Sámal Petersen við egnum orðum ein smæðin og stillur smádrongur, sum ikki segði so nógv, men gjøgnum tónleikin fekk hann eitt mál, sum hann brúkti til at lýsa sínar kenslur og tankar.

Nú hevur hann keypt festi í Kaldbak saman við øðrum, og hann gleðist um at ferðast og njóta friðin í náttúruni.

Hoyr samrøðuna við Sámal Petersen

1720892

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118