Netanyahu kemur við nýggjum boðum í kvøld

Netanyahu kemur við nýggjum boðum í kvøld
Ísraelski forsetin Benjamin Netanyahu fer at kunngera eini boð í kvøld kl. 18.10, - tað eru slakir 12 tímar áðrenn avtalan um vápnahvíld við Hamas fer í gildi
 
18.01.2025 - 17:52

Benjamin Netanyahu hevur í kvøld lagt fram krav um at fáa eina lista frá Hamas við nøvnum á gíslunum, sum treyt fyri, at farast kann víðari við vápnahvíldini.

- Vit fara ikki víðari við ætlanini fyrr enn vit, sum avtalað, hava fingið ein lista við nøvnum á gíslunum, skulu latast leysir, segði Netanyahu í fráboðan frá umsitingini hjá forsætisráðharranum fyrr í dag.

Enn er ikki greitt, hvørji boð Netanyahu fer at bera ísraelska fólkinum í kvøld. 

Í fleiri ísraelskum býum, - m.a. í Tel Aviv, hava vreiðir ísraelsmenn mótmælt nýggja kravinum hjá Netanyahu. Mótmælisfólkini skuldseta forsætisráðharran fyri við beráddum huga at sabotera avtaluna, og sostatt forða fyri, at fleiri gíslar vera latnir leysir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. mars
Guðstænasta í Elduvíkar kirkju
189642
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. mars
Møti úr Oasuni í Hoyvík
189659
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602