Kartell í revsilógina

Kartell í revsilógina
Serliga skerpandi umstøður kunnu geva heilt upp í seks ára fongsul
Sambært uppskoti skal rætturin kunna geva teimum, sum gera kartellavtalur, upp í seks ára fongsul.lsy
 
15.01.2025 - 05:55

Orðið kartell skal nú í revsilógina.

Uppskot er um at seta í revsilógina grein um tey, sum undir serliga skerpandi umstøðum gera kartellavtalu sambært kappingarlógini.

Tey kunnu, sambært uppskotinum, fáa heilt upp í seks ára fongsul.

Tað er, um brotið er gjørt tilætlað og av grovum ósketni vísandi til vavið og skaðiligu árinini, sum brotið kann hava við sær. 

Serliga skerpandi umstøður eru tær, har brotið hevur verið umfatandi ella verður mett at kunna havt ført til stóran skaða.

Talan kann eisini vera um hóttanir, har fyritøkur hava hótt kappingarneytar um at onkursvegna skaða teir ella teirra virksemi, um teir ikki eru við í brotsverki.

Kappingarlógin sigur, at avleiðingarnar av broti á lógina undir serliga skerpandi umstøðum eru vanliga stórar sektir og møgulig rættarmál.

Sambært kappingarlógini er kann revsingin vera fongsul upp í hálvtannað ár fyri kartellavtalur. 

Dømi um serliga skerpandi umstøður eru, tá kartellavtalur vera gjørdar, eru samráðingar um prísir ella onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á kappingina. 

Hetta er serliga álvarsligt, um talan er um stórar fyritøkur, sum ráða yvir stórum parti av marknaðinum.

Serliga skerpandi

Avtalur um at býta marknaðin millum útvaldar fyritøkur, soleiðis at kappingin verður avmarkað.

Misnýtsla av ráðandi støðu fyri at forða fyri kapping. 

Dømi um hetta kann vera at selja vøruna fyri óvanliga lágan prís fyri at kroysta kappingarneytarnar úr vinnuni.

Og at skipa kartell, har fyritøkur samráðast um prísir ella onnur viðurskifti, sum ávirka kappingina.

Serliga skerpandi umstøður kunnu eisini umfata stóran skaða, har brotið hevur havt sera stóra negativa ávirkan á brúkarar ella samfelagið.

Og um brotið hevur vart í langa tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342