Gluggavarpið í rættinum

Gluggavarpið í rættinum
Ein maður er ákærdur fyri at bróta grein í revsilógini um upphavsrætt. Hann noktar seg sekan
Dómsfólk eru ikki við í viðgerðini hjá Føroya rætti, so kravið hjá ákærduvaldinum kann ikki fara upp um seks mánaðir.
 
15.01.2025 - 10:20

Føroya rættur viðger í hesari vikuni málið um Gluggavarpið.

Politiið fekk í mai 2020 fráboðan um Gluggavarpið, sum bjóðaði sjónvarpsrásir úr øllum heiminum.

Fráboðanin kom úr einum øðrum landi enn Føroyum.

Og í juni 2022 var ein maður skuldsettur í málinum.

Hann er nú ákærdur fyri at bróta grein í revsilógini um upphavsrætt.

Maðurin noktar seg sekan.

Dómsfólk eru ikki við í viðgerðini hjá Føroya rætti, so kravið hjá ákærduvaldinum kann ikki fara upp um seks mánaðir.

Gluggavarpið hevði 300 viðskiftafólk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074