Leita eftir grundstykki til goymslubygning

Leita eftir grundstykki til goymslubygning
Gongst sum ætlað verður flutt í nýggja bygningin á heysti í 2028
Goymslan á Tjóðsavninum skal flyta í nýggjan bygning, men framsýningin verður verandi í Hoyvík fyri fyrst.
 
13.01.2025 - 12:56

Tjóðsavnið skal hava nýggjan goymslubygning, og Herleif Hammer, stjóri, vónar, at goymslan kann flyta á heysti í 2028.

Enn er ikki greitt, hvar goymslubygningurin fer at standa, tí Tjóðsavnið leitar eftir hóskandi grundstykki.

Seinasta summar gjørdist greitt, at goymslubygningurin hjá savninum var illa fongdur av blámusoppi.

 

Herleif Hammer er stjóri á Tjóðsavninum.

 

Fimm milliónir krónur settar av á fíggjarlógini til at rinda fyri grundstykki og projektering av nýggjum goymslubygningi.

Framsýningarhølini verða verandi í Hoyvík fyri fyrst.

Í tí bygninginum er ikki soppur í luftini, sigur Herleif Hammer.

Men kanningar verða gjørdar regluliga.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13012025_Tjodsavnid


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Mánadag 7. juli
Praktikanturin: Sesilia Sørensen
194139
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076
Leygardag 5. juli
Video: 10mf, varmakelda 2025
194074