Fiskahandlar gevast at selja føroyskan laks

Fiskahandlar gevast at selja føroyskan laks
Bakkafrost fylgir gongdini, men enn hevur felagið ikki fingið fyrispurningar úr Danmark. - Nógv, sum verður ført fram, er beinleiðis skeivt, sigur Regin Jacobsen, stjóri
Jacob Clausen er stjóri í familjufyritøkuni P. Clausens Fiskehandel í Århus, sum varð sett á stovn í 1888
Mynd: Facebook/P. Clausens Fiskehandel  
 
13.01.2025 - 13:23

- Vit fara ikki longur at selja aldan fisk, sum hevur livað av tablettum, sigur Jacob Clausen, stjóri í P. Clausens Fiskahandli í Århus.

So bersøgin er Jacob Clausen, stjóri í familjufyritøkuni P. Clausens Fiskehandel í Århus, sum varð sett á stovn í 1888.

Í einum seks minuttir longum videobroti greiðir hann frá, hví fiskahandilin nú gevst at selja føroyskan laks.

Stjórin í elsta fiskahandlinum í Danmark sigur, at nú fara tey at fokusera 100 prosent upp á tann matin, sum náttúran veitir - í staðin fyri at selja alifisk.

- Hendan útsøgnin, at alifiskur livir av antibiotika, er beinleiðis skeiv, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hann vísir á, at Bakkafrost hevur ikki brúkt antibiotika í meira enn 20 ár.

Síðan P. Clausens fiskahandil mánadagin boðaði frá, at handilin nú gevst at selja føroyskan alilaks, so eru tað aðrir fiskahandlar í Danmark, sum hava valt at gera tað sama. Seinasta dømið er fyritøkan Gartnergården Århus, sum sigur seg hava selt fyri yvir 500.000 krónur árliga av føroyskum laksi, meðan  
P. Clausens Fiskehandel seldi í fjør fyri 800.000 krónur av føroyskum alilaksi.

Tað harmar Regin Jacobsen, at elsti fiskahandil í Danmark nú gevst at selja føroyskan alilaks, og fyritøkan fylgir gongdini.

Regin Jacobsen vísir á, at Bakkafrost hevur ikki fingið nakran fyrispurning úr Danmark at svara nøkrum av teimum ákoyringum, sum føroyskur alilaksur fær í hesum døgum. Men stjórin vissar fyri, at føroyskur alilaksur er góður, tryggur og burðardyggur matur at eta.

Hoyr innslag í útvarpstíðundunum fríggjadagin klokkan 18:

Aldur_laksur


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941