Tøkniligu forðingarnar fyri MobilePay í Føroyum eru burtur

Tøkniligu forðingarnar fyri MobilePay í Føroyum eru burtur
Enn er tó ikki greitt, nær MobilePay skipanin fer at virka í Føroyum
Enn er ikki vist, nær MobilePay skipanin fer at virka í Føroyum
 
11.01.2025 - 14:54

Talgildu Føroyar arbeiða saman við norska Vipps um at fáa sett hesa gjaldskortskipanina í gildi í Føroyum.

Tað upplýsir landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, í svari upp á ein grein 52a-fyrispurning frá løgtingsmanninum, Steffan Klein Poulsen.

Tingmaðurin vildi hava at vita, um MobilePay ella onkur líknandi skipan var ávegis til Føroya.

Í svari sínum upplýsir landsstýrismaðurin millum annað, at MobilePay-skipanin nú er løgd saman við líknandi norsku Vipps-skipanina, sum verður sett í verk í millum annað Svøríki og Finnlandi.

Høgni Hoydal sigur, at hóast Talgildu Føroyar og Vipps samstarva, er ikki greitt, hvussu langt hetta arbeiðið er komið.

Men teknisku forðingarnar við MobilePay, ið vóru, skuldu ikki verið longur, so nú ber til at brúka MobilePay við føroyskum kontonummari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619